Aftan á tann 11. september í fjør komu ymsar metingar um, hvat atsóknirnar í New York og Washington kostaðu amerikanska samfelagnum. Tølini komu heilt upp í einar 100 milliardir dollarar, men nú sigur amerikanski tjóðbankin, at atsóknin at World Trade Center kostaði New York millum 33 og 36 milliardir dollarar. Í útrokningini hjá tjóðbankanum eru allar útreiðslur og allar mistar inntøkur tiknar við.
Samstundis tykjast teir báðir flokkarnir í kongressini vera komnir á samt um at kanna, hvussu tað kundi bera til, at myndugleikarnir ikki fingu forðað atsóknunum at World Trade Center og Pentagon.
Sambært Scott McClellan, talsmanni eru republikanararnir og demokratarnir samdir um at seta eina tíggju manna nevnd við fimm umboðum úr hvørjum flokki at kanna málið. Bush forseti skal tilnevna formannin, og demokratarnir fáa so næstformannin, og nevndin skal leggja fram úrslitið innan hálvtannað ár.
Serliga demokratarnir hava strongt á fyri at fáa umstøðurnar upp undir 11. september kannaðar í kongressini, tí teir hava ikki álit á at lata ta republikansku stjórnina gera kanningina.