11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134. Hildibjartur er upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Av søguligum hendingum, sum knýta seg at hesum degi kunnu vit nevna, at í 1926 var eitt miseydnað attentat framt móti Benito Mussolini. Tað var fyrrverandi sosialsturin, Tito Zaniboni, sum stóð fyri tí.
Í 1940 fyrireikaði Winston Churchill bretska fólkið upp á týska innrás.
Í 1943 tóku týskararnir Rom.
Í 1944 hittust Winston Churchill og Franklin Roosevelt hendan dagin í Quebec í Kanada.
Í 1973 var eitt blóðugt hernaðarkvett í Kili í Suðuramerika., tá Augusto Pinochet tók valdið. Fólkavladi sosialistiski forsetin, Salvador Allende varð myrdur, og fleiri túsund viðhaldsfólk hansara vórðu fongslað, og mong teirra komu ongantíð afturíaftur.
Hendan dagin í 1976 legði blaðstjórin á Børsen, Uffe Elleman Jensen, frá sær.
Í 1986 var metfall í partabrøvum á Wall Street.
Í 1997 samtyktu skotar við stórum meiriluta at seta á stovn egið tjóðarting fyri fyrstu ferð í 290 ár.
Um 3.000 fólk doyðu í álopinum á World Trade Center í New York hendan dagin í 2001. Lopið varð eisini á Petagon, eins og eitt flogfar natt niður í Pennsylvania. »11. september« eins »September 11«, »11th September« og »9/11« hava síðani verið nýtt sum styttingar fyri yvirgangsálopið 11. september 2001.
Av fólkum, sum fødd eru 11. september kunnu vit nevna:
1917 – Ferdinand Marcos, forseti á Filippinunum. Doyði í 1989.
1945 – Frantz Beckenbauer, fyrrverandi týskur fótbóltslandsliðsleikari.
1958 – Preber Elkjær, ítróttarviðmerkjari og fyrrverandi danskur fótbóltslandsliðsleikari
Av fólkum sum eru deyð hendan dagin, kunnu nevnast:
1972 - Nikita Khrusjtjov, fyrrverandi sovjetiskur forseti, føddur 1894.
1973 - Salvador Allende, forseti í Kili, føddur í 1908.
2003 - Anna Lindh, svenskur uttanríkisráðharri, myrd í Stokkhólmi, fødd í 1957.
Síggið fleiri myndir úr New York fyri 12 árum síðani VIÐ AT TRÝSTA HER