11 ára gomul genta funnin deyð

Grønlendska løgreglan útihýsir ikki, at ein brotsgerð kann vera framd og heitir tí á møgulig vitni um at lata frætta.

 

Løgreglan kannar nú eitt andlát í Aasiaat í Grønlandi, har ein 11 ára gomul genta er funnin deyð. Í hesum sambandi heitir løgreglan eisini á fólk, sum kunnu hava verið á leiðini, har gentan varð funnin, um at lata frætta.

Tað var stutt fyri midnátt hóskvøldið, at løgreglan í Aasiaat fekk boð um, at ein genta var saknað, tá hon ikki var komin til hús til avtalaða tíð. Ein bólkur av sjálvbodnum fóru út at leita, og klokkan 01.23 fekk løgreglan boð um, at ein lívleys genta var funnin.

Sermitsiaq.ag veit at siga, at gentan varð funnin við trappurnar millum KJ Greenland Aasiaat og Wille Brandtsvej í Aasiaat. Í einari fráboðan sigur løgreglan, at gentan, sum er funnin deyð, er 11 ára gamla, Niina Natuk Filemonsen.

Hon varð seinast sædd hóskvøldið klokkan umleið 20, tá hon fór heimanífrá. Løgreglan kann í løtuni ikki útihýsa, at ein brotsgerð kann vera farin fram, og tí verður heitt á fólk, sum hava verið á leiðini, har gentan varð funnin, um at lata frætta.

Í dag eru løgreglufólk komin úr Ilulissat, Sisimiut og Nuuk, og í morgin koma eisini løgreglufólk til Aasiaat. Týsdagin í komandi viku koma eisini kriminalteknikarar úr Danmark og fólk, sum skulu fremja líkskurð í samband við kanningarnar.