Ein kvinna í Kuwait er dømt 11 ára fongulsrevsing, tí boð frá henni á Twitter-heimasíðuni blivu tulkað sum háðan av landsins emiri.
Huda al-Ajmi bleiv dømd fyri í trimum førum at hava fornermað kuwaitiska emirin, Sabah IV, fyri at hava eggjað til at koyra stýrið í landinum frá og fyri at hava misbrúkt sína fartelefon.
Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum hevur fingið atgongd til dómin.
Mohammad al-Humaidi, leiðari fyri mannarættindafelagsskapin, Kuwait Society for Human Rights, váttar dómin á Twitter.