Tú kennir kanska til tað. Tú hevur júst sett teg aftur á í sofuni, tá tú varnast okkurt í eygnakrókinum. Tú vendir tær, og har situr hann. Stórur, feitur, loðin og vemmiligur er hann, eiturkoppurin, sum stendur á vegginum.
Nú summarið er farið, eru tað onnur enn vit menniskju, sum søkja innandura. Men ikki allir gestirnir eru líka vælkomnir og eiturkopparnir kanska enn minni enn flestu.
Tá tú so reisir teg og roynir at drepa hann, er hann kvikari og flýggjar. Eftir stendir tú við eini kenslu av, at hann situr og eygleiðir teg og bara bíðar eftir, at hevna seg inn á teg.
Okkurt kann tó gerast, fyri at sleppa undan óbódnu gestunum.
1. Rudda væl innandura
Molar og skittur lokka til sín insekt, sum eiturkopparnir eta. So halt heimið reint og ruddiligt, so eiturkopparnir ikki freistast at koma til kalt borð inni hjá tær. Tak eisini burtur øll spindulvev, áðrenn eiturkopparnir leggja egg síni í tey.
2. Rudda væl uttandura
Pottaplantur, runnar og trø undir vindeygunum er kærkomin fyribils býli hjá eiturkoppunum, áðrenn teir krúpa víðari inn í húsið.
3. Rudda á kamarinum
Ikki lata klæðir liggja á gólvinum og vælsignaðu ruddið kassan, sum stendur har, fullur av óruddi og øðrum. Eiturkoppar elska at goyma seg í bunkum og krókum.
4. Oljur gera undurverk
Hvørt tað er piparmynt ella eukalyptus, sum er olja eitt gott vápn. Smyr oljuna í durakarmin ella blanda hana við vatni og sproyta hana dagliga í húsinum.
5. Edikur – Luktar minni væl, men virkar sera væl
Í staðin fyri olju ber eisini til at blanda edik og vatn í eina fløsku. Síðani kanst tú sproyta tað runt í heiminum. Ansa tó eftir yvirflatum, sum eru lakkeraðar.
6. Ger skermar til vindeyguni
Javnan er neyðugt at lufta út. Tá kann tað vera ein fyrimunur at hava netskermar, so smáu djórini ikki sleppa inn.
7. Et appelsinir
Eiturkoppum dámar ikki sitrusfruktir og tí kann tað vera smart, at leggja appelsinskal í vindeygakarmin. Umframt at halda eiturkoppunum burtur, fær kroppurin hjá tær nógvar C vitaminir úr appelsinunum
8. Tætta allar rivur og hol
Ger tað verri hjá eiturkoppunum at koma inn við at tætta allar rivur og hol í húsavegginum.
9. Fá tær eina kettu
Tær eru skjótar og kunnu jagstra eiturkoppar fyri teg.
10. Planta myntu ella lavendel undir vindeygunum
Eiturkoppar hata bæði myntu og lavendel.
11. Minst til at sløkkja ljósið uttandura
Insektir, høvuðsføðin hjá eiturkoppinum, verður drigin at ljósi. Og so fylga eiturkopparnir eftir. Sløkkir tú ljósið, minskar tú um talið á insekturm og tí eisini eiturkoppum við tíni hús.










