SAS hevur havt trupulleikar við at lenda á 12,9 prosentum av flogferðunum til Føroyar seinasta mánaðin. Sama tíðarskeið hevur Atlantsflog havt trupulleikar at lenda í 1,9 prosentum av ferðunum.
Í dag er ein mánaður síðani, at SAS fór undir føroyaflúgvingina – og í hesum sambandi hevur danski flogvinnumiðilin, check-in.dk, gjørt hagtølini upp.
Hendan mánaðin hevur SAS havt 31 planlagdar túrar. Tríggjar ferðir hevur SK1777 verður noyddur at venda aftur til Keypmannahavnar ella flúgva móti Bergen í staðin fyri at lenda í Føroyum, og einaferð er flogferðin avlýst, áðrenn farið var úr Keypmannahavn. Harumframat hava tvær flogferðir verið meira enn ein tíma seinkaðar í Vágar, hevur chek-in.dk funnið fram til við hagtølum frá Flightradar24.com
– Tá er munur á tølunum hjá kappingarneytanum Atlantsflog, skrivar check-in.dk.
– Av teimum tilsamans 58 flogferðunum úr Keypmannahavn til Føroyar er ikki eitt flogfar umskipað til Keypmannahavnar ella Bergens, og eingin flogferð av avlýst. Av hesum 58 flogferðunum hevur bara ein verið meira enn ein tíma seinkað, skrivar check-in.dk
Check-in.dk hevur spurt hjá SAS um orsøkina, og har fingu tey at vita, at veðrið hættar sær so ymiskt í Føroyum, og at tey í SAS hava bara verið óhepnari, tí veðrið hevur verið verri akkurát tá SAS hevur skula lent í Føroyum – allar dagar uttan leygardag millum 10:30 og 11:30 og leygardag klokkan 18. Komurnar hjá Atlantsflog eru klokkan 13:40 og 19:45.
Sambært check-in.dk heldur hendan grundgevingin ikki, tí Atlatsflog hevur flogfør úr Íslandi, Noregi og Skotlandi, sum lenda á leið um somu tíð, sum SAS kemur úr Keypmannahavn.
– Hyggja vit eftir øllum flogferðum hjá teimum báðum flogfeløgunum hetta tíðarskeiðið, meðan SAS hevur flogið á føroyarutuni, so er munurin stórur, skrivar check-in.dk.
– Soleiðis vóru 12,9 prosent av teimum 31 flogferðunum hjá SAS annahvørt umskipaðar ella avlýstar, meðan bara 1,9 prosent av teimum 107 flogferðunum hjá Atlantsflog sama tíðarskeið vóru umskipaðar ella avlýstar, skrivar check-in.dk.