11 prosent færri flogferðafólk í september

Í september ferðaðust 15.428 ferðafólk um floghavnina í Vágum, og tað er 11 prosent færri enn í september í fjør, tá talið var 17.344. Av flogvøllinum verður sagt, at sum heild hevur afturgongd verið á øllum farleiðum. Eitt nú hevur afturgongdin á Danmarkar-farleiðunum verið 8,1 prosent og á Íslandsleiðunum 7,4 prosent.

Higartil í ár hava tilsamans 160.908 fólk ferðast um floghavnina. Tað er 9,4 prosent færri enn sama tíðarskeiðið í fjør, tá talið var 177.594. Higartil í ár hevur afturgongd verið á Danmarkarleiðunum við 8,2 prosent, Noregsleiðunum við 16,2 prosent og á leiðunum til Stórabretlands við 40,1 prosent. Einastu leiðir, ið higartil vísa vøkstur, eru Íslandsleiðirnar við 4,4 prosent fleiri ferðafólkum enn sama tíðarskeið í fjør.

Í september hava verið 414 fráferðir og komur. Tað er 6,7 prosent fleiri enn í september í fjør tá 388 fráferðir og komur vóru. Higartil í ár eru 3.730 flogfør komin og farin. Hetta er 14,9 prosent færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 4.381 flogfør komu og fóru, sigur Vága Floghavn á heimasíðu síni.