Tað var fyrrapartin fríggjadagin, at løgreglan gjørdi ferðmátingar í Kollafirði. Løgreglan var har í nakrar fáar tímar, og hesa løtuna tóku teir ikki minni enn sjey bilførarar, sum allir koyrdu so skjótt, at teir mistu koyrikortið treytað.
Bæði í fjølbygdum øki og uttan fyri fjølbygt øki, vóru bilar steðgaðir. Í fjølbygdum øki var tann, sum koyrdi skjótast, máldur at hava eina ferð upp á 88 kilometur um tíman. Uttan fyri fjølbygda øki var mesta málda ferðin 128 kilometur um tíman.
Fýra fullir førarar
Seinni um vikuskiftið mistu fýra aðrir førarar koyrikortið. Allir hesir vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir, og hava teir harvið spælt av við koyritkortið.
Av øðrum ferðslutíðindum kann sigast, at eitt minni ferðsluóhapp var á Skálatrøð, uttan tó at fólkaskaði stóðst av hesum.