11 milliardir menniskju í 2100

Mantalsgrunnurin hjá ST, UNFPA, hevur broytt forsøgn sína fyri, hvussu stórur fólkavøksturin í heiminum fer at vera tey næstu mongu árini.

Nú siga framrokningarnar, at fólkatalið á jørðini um næsta aldarskifti næstan er komið upp á 11 milliardir menniskju.

Hetta eru 800 milliónir fleiri enn í eini forsøgn, sum UNFPA kunngjørdi fyri tveimum árum síðani, og helst skyldast broytingin ein roknifeil í framgongdini í Afrika.

Har halda tey fram við at eiga nógv børn, og tí verður nú roknað við, at fólkatalið í Afrika fer at vaksa stórliga næstu árini – úr 1,1 milliard upp í 4,2 milliardir mennniskju í 2100.