Tann ringasti turkurin í 50 ár ger, at meiri enn 11 millónir fólk í teimum afrikonsku londunum Etiopia, Djibouti, Suðursudan, Kenya og Somalia kunnu doyggja í hungri. Tað sigur ST. Heimsfelagsskapurin hevur biðið gevaralond um 1,6 milliard krónur, men hevur bara fingið helvtina. Tað hevur nú fingið aðalskrivaran, Ban Ki-moon, at venda sær til heimssamfelagið um meiri hjálp.
- Tær menniskjaligu líðingarnar eru so álvarssamar, at vit kunnu ikki bíða, sigur ST-aðalskrivarin.
Barnahjálparfelagsskapurin hjá ST, UNICEF, sigur, at í Kenya eru 65.000 børn í vanda fyri at doyggja í hungri, og í Somalia doyr sætta hvørn barn, áðrenn tað fyllir fimm ár.
UNICEF sigur, at hvørja viku koma fólk úr Somalia til Dadaab-leguna í Kenya, og nú eru umleið 400.000 fólk savnað har. Onnur flýggja til Etiopia, og har er støðan uppaftur verri, sigur UNICEF.