Maru Seafood, sum er eitt av størstu fiskivinnusamtøkunum í landinum, er eisini hart rakt av tungu gongdini í høvuðsvinnuni. Stjórin, Jóhan Páll Joensen, staðfesti á Rás2 í gjár, at samtakið í fjør hevði eitt undirskot á 11 milliónir krónur. Tey trý virkini, sum felagið rekur í Klaksvík og á Eiði, hava út við 200 fólk í arbeiði, og einir 100 mans eru knýttir at teimum átta skipunum hjá Maru Seafood. Ein av fyrstu døgunum verður aðalfundur í Maru Seafood. Og tað verður ein døpur staðfesting av árinum í fjør, sum Jóhan Páll Joensen tá fer at leggja fyri eigararnar. Stjórin í Maru Seafood, hevur ikki góðar vónir fyri árið í ár. Hann roknar við, at Maru Seafood eisini í 2008 kemur at hava undirskot.










