Til Bygdaráðsvalið í Nes Kommunu eru tveir listar. Ein er við 11 kvinnum og hin við 10 monnum. Altso eru kvinnuligu valevnini í meiriluta í bygdunum Nesi, Toftum og Saltnesi
Um tað er met ella ikki, sigur søgan onki um, men veruleikin er tann, at kvinnurnar eru í meiriluta á valevnislistunum til kommunustýrisvalið í Nes kommunu.
- Tað verður nógv tosað um at kvinnur vilja ikki stillað upp til val, men tann trupuleikan hava vit ikki í Nes Kommunu, siga umboð fyri Tofta Kvinnufelag.
11 kvinnur eru uppstillaðar, og tær hava allar játtað at koma á listan, har listarnir ikki eru politiskir.
Mikukvøldið skipaði Tofta Kvinnufelag fyri almennari hugnaløtu í fundarhølinum á Vesturskin, lýst varð við sangi práti, og at kvinnuligi valevnini vóru við.
Felagssagnur var, og Maria og Ragnfríð úr Tofta skúla spældu fýra løg upp á tvørfloytu, meðan kvinnurnar úr Nebo sungu fýra fleirrøddaðar sangir. Hetta settu sín dám á at fáa eitt hugnaligt kvøld, verður sagt.
Høvið varð eitt heilsa uppá øll tey 11 kvinnuligi valevnini, fleiri høvdu orðið, stemningurin var góður, og allar eru tær spentar um, hvørjar nú munnu fara at vinna.
Sambært Tofta Kvinnufelaga er FELAGS ÁBYRGD OG AVGERÐ tað, sum kvinnurnar á Nesi, Toftum og Saltnesi ynskja at uppnáa, og tær hava sett sær sum mál at arbeiða fyri:
Ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki
Aktivum heilsupolitikki
Betri umstøðum hjá børnunum -barnagarð
Betri frítíðar møguleikum hjá teimum ungu- ungdómshús
Betri trivnaði hjá teimum eldru
Alternativum íbúðarmøguleikum
Framhaldani betri karmum hjá vinnulívinum
Framhaldandi fríðkan og verju av umhvørvinum
Menning av mentunarlívinum
Lesið annars meira á www.framtak.com/kvinnulistin