Fimm kvinnur og seks menn eru á listanum hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum hevur havt annan uppstillingarfund í kvøld.
Tey, sum higartil eru komin á listan, eru:
Helena Dam á Neystabø
Rigmor Dam
Ann Damgaard
Ingrid Henriksen
Rebekka Vestergaard
John Johannessen,
Heðin Mortensen,
Levi Mørk,
Sjúrður Johannesen,
Jákup Danielsen.
Hilmar Augustinussen
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at annar uppstillingarfundur varð niðurlagdur í kvøld og verður tikin uppaftur mikukvøldið 1. juni. Tá fundurin verður niðurlagdur merkir tað, at fleiri uppskot kunnu koma á listan. Fleiri uppskot kunnu ikki koma á listan á triðja uppstillingarfundi.