11 fráboðanir um vindskaðar í gjár

Fráboðanir komu kring alt landið, men eingin álvarsligur skaði var

Í gjár fekk løgreglan 11 fráboðanir um vindskaðar. Tann fyrsta fráboðanin kom í gjáramorgunin klokkan 8:50, og tann síðsta kom klokkan 18:48, tá vindurin eisini hasaði av.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at í fleiri førum var talan um, at fólk ringdu um, at tey vóru bangin fyri at eitt hvørt fór at fara. Í onkrum føri var talan um eldri hús, um klædning, sum var um at ríva seg leysan, so vóru plattar við arbeiðstilfari, onkur altanhurð, ein veggur og so framvegis. 

– Men eingin stórvegis skaði, og tað var kring alt landið, sigur vakthavandi.

Løgreglan boðar í slíkum føri bjargingarliðum frá, og so fer átaksleiðarin á staðið, onkuntíð kann hann klára tað, og onkuntíð er tað bjargingarliðið.

– Øll boð av slíkum slag til okkara fara altíð víðari, sigur vakthavandi.