11 fólk úr Gøtu eiga yvir eina milliard

10 menn og ein kvinna úr Gøtu eiga yvir 100 milliónir krónur í part í miðal í virkseminum hjá P/F Varðanum. Í fjør var yvirskotið 214 milliónir krónur og felagið er vert 1,12 millardir krónur

 

Sosialurin skrivar í dag, at partafelagið Varðin í Gøtu hevði eitt gott ár í fjør. Rakstur felagsins kastaði av sær slakar 214 milliónir krónur. Hetta er nógv besta úrslit felagsins nakrantíð.

 

2015 var eisini eitt sera gott ár hjá felagnum, men tað gav tó »bara« 186 milliónir krónur av sær.

 

Í 2014 var úrslitið 145 milliónir krónur og í 2013 131 milliónir krónur.

 

Øll hesi góðu úrslitini – sum eisini vóru góð frammanundan, um ikki altíð í 100 millióna klassanum, hava gjørt Varðan til eitt tað virðismesta felagið í Føroyum – og eigararnir eru tilsamans milliardingar.

 

Eginpeningur felagsins er sambært roknskapinum nú eina milliard og 121 milliónir krónur.

 

Í roknskapinum sæst ikki, hvussu stóran part hvør av teimum 11 eigarunum í felagnum eiga. Men í miðal eiga tey 11 fólkini beint undir 102 milliónir krónur í part.

 

Meira kann lesast í Sosialinum í dag.

 

Nøkur fakta um P/F Varðan:

 

Dótturfeløg hjá P/F Varðanum:

P/F Kvamm, Syðrugøta

P/F Krossbrekka, Syðrugøta

P/F Driftin, Syðrugøta

P/F Gulenni, Syðrugøta

P/F Desin, Syðrugøta

P/F Skurin, Syðrugøta

P/F Varðin Pelagic, Tvøroyri

P/F Skygni, Syðrugøta

P/F Hvanngarður, Syðrugøta

 

Assosierað feløg hjá P/F Varðanum:

P/F Fossá, Sandavágur

P/F Knassar, Hvannasund

P/F Uppsjóvarhavnin, Tvøroyri

P/F Faroe Origin, Runavík

P/F Sílnet, Klaksvík

P/F H. Konoy, Leirvík

 

Stjórn og leiðsla hjá P/F Varðanum:

Nevnd:

Jógvan Dávid Jacobsen, nevndarformaður

Jógvan Pdetur Hentze, nevndarlimur

Frits Thomsen, nevndarlimur

Jákup Eli Steinbjørn Jacobsen, nevndarlimur

Bogi Jacobsen, nevndarlimur

 

Jákup Eli Steinbjørn Jacobsen, stjóri

 

Hesi eiga partabrøv í P/F Varðanum:

Malena Jacobsen, Gøta

Tummas Thomsen, Gøta

Arni Hansen, Gøta

Jógvan Hentze, Gøta

Kári Hansen, Gøta

Jógvan Dávid Jacobsen, Gøta

Frits Thomsen, Gøta

Pól Ø. Jacobsen, Gøta

John Jarnskor, Tórshavn

Jaspur Hansen, Saltangará

Bogi Jacobsen, Sandavágur

 

Virði tilsamans: 1,12 mia kr

 

Nøkur lyklatøl hjá samtakinum P/F Varðanum:

Nettosøla: 878 milliónir krónur

Ársúrslit: 214 milliónir krónur

Eginogn: 1,121 milliónir krónur

Starvsfólk: 326

Lønir: 225 milliónir krónur

Skattur: 46,3 milliónir krónur

Tilfeingisgjøld: 62,9 milliónir krónur