Akstovan hevur júst almannakunngjørt hagtølini fyri februar mánað, og hesi vísa, at tað higartil í ár eru skrásett 269 nýggj akfør í Føroyum. Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør var hetta talið 243.
Fyri februar mánað er munurin bert tað eina akfarið. 126 akfør eru skrásett hendan mánaðin, meðan talið var 125 í februar mánaði í 2013.
Av teimum 269 akførunum, sum eru skrásett í ár, er 202 persónbilar. Hartil er talan um tveir bussar, seks hýruvognar, fýra lastbilar, trý lendisakfør, átta prutl, ein smábuss, 13 viðfestisvognar og 30 vøruvognar.