Norska fiskivinnuumsitingin hevur fingið tilsamans 11 umsóknir um at sleppa at fiska krill, og millum hesar er umsóknin hjá felagnum, sum eigur norska partin av Atlantic Navigator Freistin at søkja um loyvi at fiska krill var úti 20. apríl, og ætlandi fara fiskivinnumyndugleikarnir í Noregi at taka støðu til umsoknirnar seinni í hesum mánaðinum, sum júst er byrjaður.
Í einum yvirliti, sum Intra-Fish í Noregi prentar, sæst, at Aker Biomarine, sum eigur norska partin í Atlantic Navigator, er millum umsøkjararnar.
Sum skilst á Intra-Fish skulu tilsamans fýra loyvi útskrivast til veiði eftir krill, og so er spurningurin um felagið, sum stendur aftanfyri Atlantic Navigator, fær eitt av hesum loyvum.