11 fólk avrættað í Iran

Í Iran hava myndugleikarnir avrættað 11 sunnimuslimskar uppreistrarmenn, sum vóru dømdir til deyða fyri at hava skipað fyri einari røð av sjálvmorðsbumbuatsóknum. Sunnimuslimska rørslan Jundallah, sum merkir Guds herur, hevur átikið sær ábyrgdina av fleiri bumbuatsóknum, sum kravdu 39 mannalív.

Iransku myndugleikarnir siga, at teir 11 menninir fingu eina rættvísa viðferð í rættarskipanini, og at viðferðin var í samsvari við átrúnaðarligar og løgfrøðiligar ásetingar. Harafturat var rættargongdin almenn.

Myndugleikarnir í Teheran vilja vera við, at Jundallah fær hjálp frá fregnartænastunum í USA og Bretlandi.