Tað eru tær seks kommunurnar í Hósvík, Hvalvík, Haldarsvík, Gjógv, Saksun og Sunda, sum arbeiða við at leggja saman.
Fyri kortum setti bygdaráðini ein arbeiðsbólk at útgreina fyrimunir og vansar við samanleggingini .
Hesa vikuna eru borgarafundir í teimum seks kommununum um samanlegging og seinni verður ein felags borgarafundur, hann verður 29. apríl.
Og 6. mai er ætlanin at hava fólkaatkvøðu í teimum seks kommununum um samanlegging.
Treytin fyri samanlegging er, at meiri enn 50% í hvørjari kommunu sær skulu atkvøða fyri samanlegging.
Men harumframt skulu meiri enn 70% av øllum teimum, sum tilsamans hava vælrætt í hesum kommununum, atkvøða fyri samanlegging.
Siga vit, at tilsamans hava 1000 hava valrætt í hesum seks kommununum, skulu sostatt minst 700 atkvøður vera fyri samanlegging í teimum seks kommununum tilsamans.
Sostatt kemur atkvøðugreiðslan í Sunda Kommunu at vera rættiliga avgerðandi , tí har búgva nógv mest fólk.
Men tað merkir eisini, at verður treytin um tey 70% uppfylt, men at fólkið í onkrari einstakari kommuna atkvøðir ímóti, fara hinar kommunurnar at leggja saman og so verður hendan eina uttanfyri.
Í løtuni eru 26 bygdaráðslimir og seks borgarstjórar í hesum kommununum. Leggja tær saman, verða 11 bygdaráðslimir og ein borgarstjóri í kommunustýrinum.
Taka bygdirnar undir við samanleggingini, verða tær ein kommuna frá 1. januar 2005 at rokna.
Nýggja kommunan skal eita Sunda Kommuna, tí tað er eitt óheft navn, sum ikki er staðbundið at nakrari kommunu.
Verða kommunurnar lagdar saman, verður umsitingin hjá nýggju stór- kommununi á Oyrabakka.
Tilsamans 1500 fólk búgva í teimum kommununum, sum arbeiða við at leggja saman.
Sí eisini aðrar greinar um kommunusamanleggingina í Norðstreymoy og Norðureysturoy