Norskir myndugleikar hava givið 11 bátum loyvi at fiska makrelstyrju í 2020. Talan er um átta bátar, sum fiska við ringnót og trý línuskip.
Tað er norska fiskivinnuumsitingin, sum dregur millum innkomnar umsóknir um, hvør sleppur at fiska makrelstyrju.
- Tað er gleðiligt, at áhugin fyri hesi veiði er stórur, sigur norski fiskimálaráðarrin, Odd Emil Ingebrigtsen.
Samlaða norska kvotan av makrelstyrju í 2020 er á heili 311,95 tonn. Av hesum sleppa bátar, sum fiska við ringnót, at fiska 256 - og línubátar sleppa at fiska 19 tons.
Norskir myndugleikar hava eisini sett av nøkur tons av makrelstyrju av til ymiskar royndir og gransking.
Tað er kystmagasinet.no, sum ber hesi tíðindi.
Makrelstyrja er størsti fiskurin í tunfiskafamiljuni, og ein slíkur fiskur kann viga meira enn 700 kilo. Hon verður tríggjar metrar long, og er millum dýrastu fiskasløg á marknaðinum.