11 ára fongsul fyri at drepa beiggja sín

Ein 25 ára gamal maður í Bergen fekk í dag 11 ára fongsul fyri at hava gjørt av við beiggja sín.

Tað var tann 21. september í fjør, at tann 25 ára gamli maðurin leypa á eldra beiggja sín við einum knívi í einari bygd í Åsane við Bergen. Tann eldri beiggin, sum var 27 ára gamal, doyði av einari knívsstungu í hjartað.

 

Undir rættarmálinum helt ákæruvaldið uppá, at tann 25 ára gamli stakk hin við vilja, og ákærin kravdi, at hann skuldi fáa 11 ára fongsulsrevsing fyri drápið. Tann ákærdi viðgekk, at teir báðir høvdu verið í hornatøkum, men at tað var ongantíð ætlan hansara at drepa beiggjan. 

 

Í dag fekk hann 11 ára fongsulsrevsing.