109 ár men nøgd og glað

Í dag er hátíðardagur í Græsted, nú Else Sofie Jensen Lundblad verður 109 ár. Hon er samstundis elsti núlivandi dani. Hon býr í løtuni á Skovsminde Plejecenter, eftir at hon hevur búð í Randers í samfull 103 ár. Else Sofie hevur ongatíð verið gift.

Tá hon í fjør fylti 108 ár, segði hon við danskar fjølmiðlar: ?108 ár? Tað er altso í meira lagi. Jamen, so eri eg jú elligomul!?

Uppskrift hennara uppá eina langt og gott lív er, at ?ein skal vera glað og nøgd?.

Else Sofie fekk í morgun vitjan av danska TV2, og har segði hon ?gott lag? vera orsøkin til, at hon hevði rokkið teimum 109 árunum.

Seinni í dag fær hon vitjan av borgarstjóranum í Græsted. Tíverri liggur tað ikki fyri hjá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, sum býr í sama býi sum Else Sofie, at støkka inn á gólv hjá henni í dag. Hann er nevniliga staddur í New York á toppfundi hjá Sameindu Tjóðum.