108 milliónir til Boðanesheim og skúlar

Tórshavnar býráð samtykti fíggjarætlan fyri 2011 á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin javnvigar við 611,7 milliónum, harav 108,8 milliónir eru íløgur.

Íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu verða komandi ár 108,8 milliónir krónur.
Meginparturin fer til skúlarnar í kommununi, serliga nýggja skúlan á Argjum, og so til nýggja Boðanesheimið.
32 milliónir krónur fara til nýggja skúlan á Argjahamri, meðan 22 milliónir verða settar av til Boðanesheimið. Serliga hetta seinna hevur drigið út, men nú verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarætlanina, at ætlanin er at seta spakan í í hesum árinum.
Raksturin er mettur til 491,6 milliónir krónur, og miðað verður ímóti fleiri tilboðum til familjur, børn og ung. Somuleiðis verður sagt, at ungdómsarbeiðið verður raðfest høgt, og víst verður til virksemið á Margarinfabrikkini.
Ungdómsvirksemið í Hoyvík og í Nólsoy verður nevnt, og miðað verður ímóti at bjóða líknandi tilboð aðrastaðni í kommununi, serliga verður hugsað um Kollafjørð og Norðasta Horni.
»Børn og ung skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónleikalist, og tí byrjar í 2011 projekteringin av einum nýggjum musikkskúla. Áhugin fyri tónleiki og at fáa tónleikafrálæru er stórur, og tað ger ein nýggjan musikkskúla aktuellan fyri nógvar familjur og borgarar«, verður sagt í viðmerkingunum.
Miðbýurin tykist vera eitt hjartamál hjá sitandi samgongu, og ætlanin er at gera eina trappu millum Vaglið og Tórsgøtu.
»Vaglið, sum fyri mong er sjálvt hjartað í Tórshavn, verður komandi árini umskapað, so ráðhústorgið bæði í sínum arkitektoniska úttrykki og borgaravenda virksemi gerst eitt livandi og spennandi býarrúm. Vaglið og Tórsgøta skulu eisini fáast at hanga betur saman við einari vakrari trappu. Kommunan vil tryggja, at allar broytingar fella væl og náttúrliga inn í umhvørvið og verður í samljóði við grannahús og byggingina á økinum sum heild«, stendur í viðmerkingunum.
Fíggjarætlanin var sum nevnt fyri í gjárkvøldið, og tað var eitt samt býráð, ið samtykti ætlanina.