1076 ímóti Skálaborg

Í eina tíð hava mótmælisbløð verið at sæð í teimum flestu handlunum í miðbýnum, og í gjár vórðu 1076 undirskriftir handaðar Jan Christiansen, borgarstjóra, sum mótmæli, at farið verður undir at byggja bygningin Skálaborg á Skálatrøð

Mótmæli

? Vit mótmæla ikki bygninginum sjálvum, men vit mótmæla, at hann verður bygdur niðri á Skálatrøð, søgdu tær tríggjar kvinnurnar, sum í gjár handaðu Jan Christiansen tær 1076 undirskriftirnar.
? Vit halda ikki, at bygningurin hóskar inn í umhvørvið har niðri, og vit vilja eisini helst varveita parkeringsøkið, sum er har, tí hatta er einasta stóra parkeringspláss, sum fólk, ið skulu í miðbýin, kunnu brúka.
Tær tríggjar, Kirstin Hansen, Tóta Sørensen og Elspa Hardlei, umboðaðu í gjár 1076 havnaborgarar. Sagt varð millum annað, at hetta var teirra ábyrgd, sum havnafólk at gera vart við, at henda ætlan var ikki nakað, ið fall í góða jørð.
Jan Christiansen tók væl ímóti undirskriftinum. ? Tað er ógvuliga gott hjá okkum sum politikkarar fáa eina slíka reaktión, tí soleiðis fáa vit eisini at vita, hvat rørir seg millum borgararnar. Á henda hátt uppdaga vit eisini, at borgararnir hava áhuga í miðbýnum, og tað er ikki annað enn positivt.
Borgarstjórin segði, at undirskriftirnar komu við á borðið tá verkætlanin varð førd víðari til byggideildina.

Parkeringstrupulleikar

? Tað er ongin loyna, at miðbýurin hevur ein stóran parkeringstrupulleika, sigur Jan Christiansen. ? Men henda verkætlanin var eitt uppskot, sum gjarna eisini skuldi tilført meira lív í miðbýin, soleiðis, at tað verður stuttligari hjá fólki at koma at keypa har.
Tikið varð eisini fram, at ein slík verkætlan førdi við sær, at fólk fóru at dyrka eitt mál, og nógv kundu hugsað sær, at fingið stóra parkeringsøkið niðri á Skálatrøð at sæð eitt sindur hugnaligari út. Pyntað eitt sindur um, soleiðis
? Bygningurin sjálvur er als ikki føroyskur arkitetkturur og hann er eisini frammandur í okkara umhvørvi, sigur Jan Christiansen. ? Hann hevði verið fyrst av sínum slagi í Føroyum, men ein tílík verkætlan staðfestir eisini aktivitetin í samfelagnum, og markerar ein tørv, sum er vaksandi og allarhelst eisini fer at vaksa meira.
Men undirskriftirnar verða tiknar til eftirtektar, og nú kemur bert framtíðin at vísa um teir 1076 borgararnir fáa teirra vilja ella ikki.