107 ár síðani Sjálvstýri var á Fólkatingi

Sjálvstýri hevur boðað frá, at flokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, sum eftir øllum at døma verður útskrivað í næstum.

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, endurtók aftur í Kringvarpinum í dag, at flokkurin velur at brúka kreftirnar til løgtingsvalið.

Í veljarakanning, sum portal.fo kunngjørdi í gjár, røkkur Sjálvstýri ikki upp um tinggáttina. Flokkurin fær bara 2,1 prosent av atkvøðunum sambært kanningini, og tað er ov lítið. Fyri at fáa ein sess á tingi skal flokkur hava í minsta lagi  1/33 part av atkvøðunum, sum er 3,03 prosent.

Hóast bæði Miðflokkurin og Framsókn neyvan ímynda sær at fáa annað fólkatingsumboðið, so stilla teir kortini upp til fólkatingsvalið, hava teir boðað frá. Tað er sjálvandi fyri at halda fast við sínar veljarar. Nógv fólk fara á fólkatingsval, og tann flokkur, sum ikki stillar upp til fólkatingsval, hann letur sínar veljarar velja aðrar flokkar – og gera teir tað fólkatingsval, hví so ikki eisini til løgtingsval.

Seinast Sjálvstýri vann sess á Fólkatingi var í 1915. Tað valið var annars eitt »friðarval«, soleiðis at skilja, at teir fýra flokkarnir í Danmark avráddu sínamillum bara at stilla ein persón upp í flestu valdømum, tí vóru bara eini 15.000 fólk á vali í Danmark. 

Flokkarnir í Danmark avtalaðu ikki at hava valstríð, meðan fyrri heimsbardagi leikaði. Frammanundan vóru allir samdir um grundlógarbroytingina, sum millum annað hevði við sær, at kvinnur sluppu at velja, og at farið varð frá einmans valdømum. Grundlógarbroytingin skuldi samtykkjast av nývalda Fólkatinginum fyri at koma í gildi til næsta fólkatingsval, sum var í 1918.

Øll umboðini í Fólkatingum vórðu tí afturvald á valinum í 1915, uttan Andras Samuelsen úr Sambandsflokkinum, sum tapti fyri Edward Mitens úr Sjálvstýrisflokkinum.

Síðani 1915 er tað ikki eydnast Sjálvstýrinum at vinna sess á Fólkatingi.