105 tons fyri 2 miljónir krónur

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 105 tons av fiski fyri slakar 2 miljónir krónur tilsamans. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 11,38 krónur fyri kilo.

Nógv tann størsta nøgdin á marknaðinum var toskur, góð 70 tons tilsmans. Av hesum vóru 33,4 tons toskur 4, sum fekk miðalprísin 11, 78.

Næst størstu nøgdirnar vóru av toski 5, góð 18 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 7,66 krónur fyri kilo.

Sløk 17 tons vórðu seld av hýsu, mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,46.

Lítið var av øðrum fiskasløgum á Fiskamarknaði Føroya í gjár. Nøkur fá tons vóru av blálongu, sum fekk miðalprísin 8,17 krónur fyri kilo.