105 ár og fimm dagar

Johannes Tauser, Helsingør:



Í Sosialinum seinasta hósdag høvdu vit grein um elsta føroyingin, eiðismannin Johannes Tauser, búsitandi í Helsingør, sum fylti 105 ár fríggjadagin 23. februar 2007.
 
Í dag hava vit myndafrásøgn frá føðingardagshaldinum, sum var í heimi hansara sunnudagin 25. februar, har m.a. umboð fyri Eiðis kommunu: Tordur Niclasen og Jógvan K. Mørkøre, vóru til staðar fyri at heiðra hendan bygdamann teirra, sum kanska elsta mann í Føroyum - í hvussu so er í nýggjari søguligari tíð.
 
Tordur Niclasen bar fram heilsu frá Eiðis kommunu og nevndi at móðir Johannesar, Marria hjá Jáku, kallað, var ættað úr Beiti í Sørvági. Hon varð fødd 6. september 1868 og at navn Johanneser og systir hansara, Kathrina hjá Jáku, var haðani.
 
Jógvan K. Mørløre hevði nakað av neyvari søgu av Eiði, og so løgið tað ljóðar, so var tað mesta um faðir Johannesar, sum hann mintist betri og visti meira um. Hann var vanliga kallaður Jáku hjá Kyrtini og varð føddur 18. februar 1874, flutti til Havnar til sonin Pól hjá Jáku, at vera í 1949. Pól var leingi motorpassari á doktarabátinum Reyðakrossi.
 
Døturnar Jenny og Aspa passa pápan, sum hevur verið frammi inntil nú nakað var áfatt við beininum.
 
Hendan dagin borðreiddu tær við øllum góðum, har ímillum fransbreyði og knettum sum hin 105 ára gamli sjálvur hevði knoðað – alt meðan hin gamli hugagóður sat í seingini og át turran fisk og uttan brillur sá á skræðuni og kundi siga - hýsa.