105 lið meldað til yngru Føroya Banka-kappinga

Ikki færri enn 105 lið hava meldað seg til, so tey kunnu vera við í Føroya Banka-kappingini fyri yngru deildirnar í flogbólti, sum Mjølnir skipar fyri leygardagin. Í onkrum av aldursbólkunum eru so nógv lið tilmeldað, at neyðugt er við fýra bólkum í innleiðandi umførunum. Kappast verður í deildunum kvinnu- og mansunglingar, gentur og dreingjur 16, 14, 12 og 10 ár, umframt Kidsvolley, level 1 og 2. Eins og hjá teimum vaksnu fyri viku síðani, verður spælt bæði í Badmintonhøllini, báðum fimleikahallunum og skúlanum á Fossanesi.