Pensjónistarnir fáa frá 1. januar 1.045 krónur meira úr Samhaldsfasta um mánaðin.
Stýrið fyri Samhaldsfasta hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 23 prosentum frá 1. januar 2019 soleiðis, at eftirlønin fer frá 4.545 krónum um mánaðin til 5.590 um mánaðin í 2019. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 67.080 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2019.
Størsta orsøkin til hækkingina á 23 prosent er, at inngjaldið til Samhaldsfasta frá persónum og arbeiðsgevarum hækkar úr 2,5 prosentum til 3 prosent í 2019 og frameftir.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (sum »Samhaldsfasti« í veruleikanum eitur) ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2017 vóru útgoldnar 384 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2018 er mett til 451 milliónir krónur og til 565 milliónir krónur í 2019.
Soleiðis er gjaldið úr Samhaldsfasta broytt síðani 1. januar 2013:
Eftirløgargjaldið í 2019 er 5.590 kr.
Eftirlønargjaldið í 2018 er 4.545 kr.
Eftirlønargjaldið í 2018 er 4.145 kr.
Eftirløgargjaldið í 2017 er 4.025 kr.
Eftirlønargjaldið í 2016 er 3.910 kr.
Eftirlønargjaldið í 2016 er 3.110 kr.
Eftirlønargjaldið í 2015 er 3.010 kr.
Eftirlønargjaldið í 2014 er 2.930 kr.
Eftirløgargjaldið í 2013 er 2.850 kr.