Á Fróðskaparsetrinum hava tey nú gjørt, hvussu nógv verða tikin inn at lesa í summar.
Tilsamans 378 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Og av hesum eru sum 274, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina.
Sostatt sleppa 104 umsøkjarar ikki inn.
Setrið sigur, at býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis at 13 fara lesa føroyskt, 16 fara lesa Orku- og umhvørvisverkfrøði, 38 skulu lesa til lærara og 38 til námsfrøðing, 22 skulu lesa sjúkrarøktarfrøði, 32 fara at lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging, 20 fara lesa politikk og umsiting, 18 lesa um mátjóðir og altjóðagerð, ella søguvísindi, 28 skulu lesa master í løgfrøði, 4 lesa master í føroyskum og 45 skulu lesa master í vegleiðing
Í ár varð, afturat BA- lestri, eisini boðin út MA-lestur. Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 77 fara undir MA-lestur.
Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista.










