104 síður úr Miðlahúsinum í dag

Serblaðið Vinnan er í Sosialinum, sum kemur í dag. Hesaferð verður føroyska alivinnan greinað

Serblaðið Vinnan er í Sosialinum, sum kemur í dag. Hesaferð verður føroyska alivinnan greinað

 

– Avbera góða gongdin hjá Bakkafrost er meira enn ein dreymur. Seinastu fimm árini hevur Bakkafrost havt eitt avlop upp á til samans 2,6 milliardir krónur, skrivar Eyðfinn Reyðberg, siviløkonomur, sum greinar alla ta førosyku alivinnua í blaðnum í dag.

 

Blaðið hittir eisini Kristian R. Davidsen, sum í næstum flytir til Grønland. Frá 1. desember skal hann stjórna Tele Greenland og teimum 500 fólkunum, sum starvast har. Kristian R. Davidsen er headhuntaður til starvið.

 

Rúnar Reistrup, stjóri á Depop í London – sum er ein modernað útgáva av Ebay – sigur, at ikki skulu herma eftir øðrum, ella hugsa um at gera ein Silicon Valley.

 

– Vit skulu hugsa um okkara egnu dygdir. Vit hava nakrar av heimsins fremstu fyritøkum innan okkara høvuðsvinnur, og kring tær eru sprotnir fleiri veitarar, sum esini eru í heimsflokki, sigur Rúnar Reistrup við Vinnuna.

 

Umframt Sosialin við eykablaðnum Vinnan, so gevur Miðlahúsið eisini út Vikublaðið í dag, sum er 48 síður. Í Vikublaðnum hesaferð er evnið »Hús og heim« – har nógv góð ráð og hugskot eru til húsið og heimið.

 

Vikublaðið verður borið í hvørt hús í dag. Sosialurin, við ískoytisblaðnum Vinnan, fæst í leysasølu kring alt landið í dag. Vinnan verður eisini at fáa í leysasølu næstu tíðina.