104 ára dagur á høkjum

KÍ fyllur 104 ár sunnudagin. Men standurin á føðingardagsbarninum hevur ofta verið betri, enn hann er í løtuni

Fótbóltur

 

Við bara tveimum stigum niður til skeivu síðuna av niðurflytingarstrikuni er einki at taka seg aftur í, at KÍ hevur knívin á barkanum, tá teir taka móti HB sunnudagin.

Bara tað í sjálvum sær er helst nóg mikið til at motivera klaksvíkingar. At talan so eisini er um dyst móti arvafíggindanum og á 104 ára degnum hjá KÍ ger neyvan motivatiónina minni.

Tað verður tó uttan Heðin á Lakjuni, at KÍ skal standa seg. Hann fekk reytt kort í tapinum móti Víkingi seinast, og tí er hann leikbannaður. Hinvegin er Ovi Nysted nú um at koma fyri seg eftir skaða, eins og John Hammer er komin ígongd aftur, eftir at hann hevur verið burtur frá eina tíð.

Hjá HB vóna tey, at formkurvan er um at venda rætta vegin eftir sigurin móti EB/Streymi. Eingi leikbann gera um seg í hópinum, sum tí helst verður á leið tann sami, sum hann var fyri viku síðani. Tó er møguligt, at Christian Restorff Mouritsen hesa ferð fær dystarvenjing við teimum næstbestu í 1. deild, og kanska verður Ólavur S. í Ólavsstovu tøkur, eftir at hann hevur verið darvaður av skaða.