1.020 fólk koppsett í gjár

627 fólk fingu fyrra prikið, og 393 fólk fingu tað seinna

Annan hvítusunnudag vórðu 1.020 fólk koppsett. Hesum boða myndugleikarnir frá nú í dag. 

 

– 627 fólk fingu fyrra prikið, og 393 fólk fingu tað seinna, verður sagt.

 

Nú eru tilsamans 29.668 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum Pfizer/BioNTech.

 

20.071 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.