101 milliónir fyri kvoturnar

Aker Seafood fíggjaði 95 mió kr., tá P/F Sea Freeze keypti kvoturnar frá Sheanne, Bettina og June-D

Fiskivinna

Í lógini um vinnuligan fiskiskap verður staðfest, at landsstýrið hevur heimild at biðja um útgreinan av fígging, um útlensk áhugamál eru í keypi av skipi við tilhoyrandi veiðirættindum.
Soleiðis var eisini, tá Sea Freeze keypti tríggjar ídnaðartrolarar.
Og svarið sýnir greitt, at tað er norska Aker Seafood, sum Kjeld-Inge Røkke, eigur, ið hevur fíggja gildið. Aker Seafood hevur í fyrsta lagi lænt 70 mió kr., sum síðani eru læntar PF/ Sea Freeze. Hartil hevur Aker Seafoods Holding lænt Sea Freeze 25 mió kr., og at enda hevur P/F Næraberg, sum partvíst er ogn hjá Aker, lænt Sea Freeze 6 mió kr. Í alt 101 mió kr.
Landsstýrið kann hartil eisini biða um váttan fyri, hvussu ognarlutfallið og ræðisrættindini í ymsu feløgunum eru. Tí ber til at kontrollera, hvør á pappírinum hevur atkvøðurættin í feløgunum, men hinvegin fæst ikki at vita, hvørt serlig viðurskifti eru í partaeigaraavtalum. Viðurskifti, sum kunnu nýta at tryggja peningaligu áhugamálini hjá minnilutaeigarum.