101 ára gamalt valevni

Í Noregi verður kommunuval í næstum og elsta valevni er 101 ára gamalt.

Tá íbúgvarnir í Norður-Aurdal í næstum fara á kommunuval, er 101 ára gamli Nils T. Døvre millum teirra, tey kunnu atkvøða fyri.

 

Hann er uppstillaður fyri Kristelig Folkeparti og hevur verið virkin í lokalpolitikki í ein mansaldur. Og tá er veruliga talan um ein mansaldur. Nils T. Døvre gjørdist limur í KrF í 1940'unum, og gjørdist virkin í lokalpolitikkinum í 50'unum. Frá 1972 til 1981 var hann býráðsformaður í kommununi.

 

Hann hevur tó hvørki vónir ella ynski, um at vera valdur.

- Flokkurin hevur lítla undirtøku í dag og vit hava sum er einki umboð í býráðnum. Tað sær ikki út til, at hetta fer at broytast eftir valið, sigur hann við Dagen í Noregi.

 

So adursforsetarnir í løgtinginum, Poul Michelsen, Edmund Joensen og Heðin Mortensen, kunnu enn hava mong ár eftir í politikki.