Ráðstevna hjá SEV, 100by30, bleiv sett í morgun í Norðurlandahúsinum.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður hjá SEV, legði út.
Hann vísti á høvuðsevnið á ráðstevnuni, at Føroyar skulu veittar 100% av grønari orku í 2030. Tað, ið var endmálið og drívmegin handan málin, var í veruleikanum ábyrgdin hjá okkum yvirfyri okkara børnum og framtíð teirra. Vit hava eina skyldu, at veita okkara egna orku frá varandi orkukeldum.
Sirið Stenberg, landstýriskvinna í orkumálum, fekk síðani orðið. Hon vísti á, at politiskt hevur samgongan sett sær somu høgu mál sum SEV á orkuøkinum.
Hon nart við ætlanirnar hjá samgonguni, serliga innan elektrisifering av bilum og at hús okkara skulu bjálvast betur og fáa hita frá øðrum keldum enn olju.