Summar Festivalur
Einki er sum vágamenn við vágasound. Altso rættir vágamenn við røttum vágasoundinum. Sum til dømis Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Teir báðir hava í nógv ár sett sín serstaka dám á føroyskan tónleik, og teir eru framvegis við, har tað hendir. Og á Summar Festivalinum hendir nakað stórt, og nú eru Sámal og Jóan Jakku klárir at rulla norður til Klaksvíkar á svørtum asfalti. Fasta sambandið millum Klaksvík og meginøki er einki vágaverk, men tað gevur nýggjar møguleikar. Nú er tað leikandi lætt at flyta rættar vágamenn við røttum vágsound norður í landið at syngja og spæla.
Kendir sangir
Við sær í viðførinum hava Sámal og Jóan Jakku eina rúgvu av sangum, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Hvør kennir ikki allar teir góðu, gomlu sangirnar hjá Tinganest, har Jóan Jakku var ein høvuðsmaður, ella teir frálíku sangirnir hjá Sámal Ravnsfjall Medistari í karry ella Á trappuni hjá Lenu. Og so ikki at gloyma felagsprojektið hjá Sámal og Jóan Jakku, Vágðaverk, har sangurin um 1001 nátt langt síðani er vorðin ein nýklassikari í føroyskum tónleiki.
Sámal og Jóan Jakku spæla leygarkvøldið á Summar Festivalinum.