- 1000000 = 0

Orsaka... og takk!

Ein umbering til Føroya Løgting og Landsstýri

Eg biði tykkum so miriliga orsaka...

Orsakið at eg og onnur gleddust, tá eitt einmælt løgting á sumri 2007 samtykti at játta 1.000.000 krónur til bókmentatýðingar í 2008.

Orsakið at vit hildu tað vera ov gott til at vera satt.

Orsakið at vit hildu tað vera í tráð við Visión 2015.

Orsakið at vit halda at føroyingar eiga at kunna lesa heimsbókmentir á føroyskum, heldur enn á donskum.

Orsakið at vit tískil settu sjøtul á eina stóra týðingarverkætlan við regluligum útgávum av heimsbókmentum í føroyskari týðing.

Orsakið at vit settu fólk í gongd at umseta amerikanskar, íslendskar, norskar, svenskar, finskar, enskar, týskar, russiskar, spanskar skaldsøgur.

Orsakið at eg eisini havi gjørt eitt forlag í Danmark til tess at geva føroyskar bókmentir út á donskum.

Orsakið at vit hildu, at tit hildu, at týðingar til føroyskt og úr førosykum ikki longur bara skuldu dúva upp á útlendskar grunnar.

Orsakið at vit hildu, at tit nú vildu vísa í verki, at eisini føroyskir politikarar sjálvir halda føroyskt mál og føroyskar bókmentir hava týdning.

Orsakið at vit søktu og fingu týðingastuðul frá Mentanargrunni Landsins.

Orsakið Mentanargrunnin, at hann helt at hann átti teir pengarnar, sum tit høvdu billað honum inn at hann átti.

Takk at tit nú hava gjørt okkum greitt, at tað var alt samalt ov gott til at vera satt.

Takk at tit hava gjørt okkum greitt, at tit ikki meina Visión 2015, Málstevnuálit og tílíkt í álvara.

Takk at tit fingu steðgað hesum týðingafjasinum, áðrenn tað breiddi seg.

Takk at tit hava gjørt okkum greitt, at føroyingar eiga ikki at kunna lesa heimsbókmentir á føroyskum.

Og at tit ikki halda føroyskar bókmentir vera verdar at útflyta.

Orsakið at eg lærdi í barnaskúlanum, at eitt tal er absolutt, at ein millión = ein millión.

Orsakið at eg helt, at lóg er lóg.

Takk at tit nú hava lært meg, at ein millión = null.

Takk at tit nú hava lært meg, at lóg er lygn.

Orsakið at eg og onnur trúðu tykkum. Vit skulu ongantíð gera tað aftur!

 

"Føroyar eru fyrimynd í alheims samfelagnum. Her blóma mentan og list. Vælvirkandi skipanir borga fyri dygd og nýskapan..."

Visión 2015, s. 183

 

"Menningarætlan verður gjørd fyri føoyska bókaútgávu. Ætlanin skal fevna bæði um føroyskar bøkur og týðingar til føroyskt og úr føroyskum. Útgávuvirksemið og marknaðarføringin verða fíggjað við føroyskum og norðurlendskum stuðli."

Visión 2015, s. 188