100.000 krónur í lætta til búreisingar

- Tað hevur gjørt mun, at vit tóku 100.000 krónur av grundstykkjaprísinum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Framgongdin, sum sæst í nógvum kommunum við veksandi skattainntøkum, hevur eisini verið í Nes kommunu, sum komandi vikuskiftið verður karmur um ársins fyrsta bátafestival.

 

Fyrsta ársfjórðing í ár vuksu skattainntøkurnar hjá Nes kommunu heili 8,57% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Sambært fyribilsuppgerð hjá Taks var talan um eina meirinntøku á 688.417 krónur í 1. ársfjórðingi.

 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sigur, at tað serliga var februar mánaði, sum gav tað stóra útslagið. Í januar var vøksturin 2,67%, í februar heili 20,32% - og í mars var vøksturin 6,39%.

 

Hann sigur, at skattaprosentið í Nes kommunu hevur verið óbroytt síðan 2006 og er 20,5. Tað var eitt sindur av trýsti um at hækka skattaprosentið, men roynt varð at halda aftur, og í dag sæst, at tað var rætt ikki at hækka skattin.

 

Í fjør vaks fólkatalið í Nes kommunu við 26 fólkum, sum gevur ein vøkstur á 2,1%.

 

Jóhannus Danielsen vónar, at lutfalsliga lága skattaprosentið saman við lækkaðum grundstykkjaprísi í góðum, vøkrum og planeraðum byggilendi við Lýðarsveg á Toftum fer at seta enn meira ferð á tilflytingina og fólkavøksturin.

 

- Eftir at vit í fjør heyst gjørdu av at lækka grundstykkjaprísin í útstykkingini við Lýðarsveg við 100.000 krónum, eru tvey grundstykki seld aftrat teimum, sum vóru seld frammanundan, og kommunan hevur fingið fleiri fyrispurningar.

 

Borgarstjórin sigur, at Nes kommuna nú eigur 20 byggibúgvin grundstykki eftir við Lýðarsveg - við góðari plasering í mun til skúla, ítróttarøki, handlar og samkomuhús, og haraftrat kemur, at tað er veðurgott um hesar leiðir á Toftum.