100.000 krónur á muni

Kvívíkingar eru vælkomnir at keypa ein part av røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi

Vilja kvívíkingar keypa nøkur búpláss á røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi, fer tað at kosta 900.000 krónur fyri hvørt búpláss.

 

Tað hevur kommunustýrið í Sunda Kommunu nú staðfest.

 

Kvívíkar kommuna hevur í hyggju at útvega røktarheimspláss til fólk í kommununi, sum hava tørv á tí.

 

Men kvívíkingar ganga óvanligar leiðir fyri at nøkta tørvin á røktarheimsplássum.

 

Men ístaðin fyri at byggja sjálv, kannar kommunan møguleikan at keypa seks búpláss á einum røktarheimi í onkrari aðrari kommunu.

 

Tað merkir, at Kvívíkar kommuna keypir ein part í einum røktarheimi.

 

Í hesum sambandi hevur Sunda Kommuna bjóðað teimum í Kvívík at keypa ein part av røktarheiminum á Mørkini og at fáa rætt til seks búpláss fyri 900.000 krónur hvørt.

 

Í Kvívík skjóta tey hinvegin upp, at hvørt plássið skal kosta 800.000 krónur.

 

Men nú hevur kommunustýrið í Sunda Kommunu viðgjørt málið av nýgjgum.

 

Og tá samtykti kommunustýrið at halda fast um prísin á 900.000 krónur fyri hørt búpláss.

 

Samstundis fær Kvívíkar Kommuna somu rættindi og skyldur sum Sunda Kommuna, bæði tá tá hugsað verður um upptøku av borgarum, og um viðlíkahald og møguligar framtíðar útbyggingar av heiminum.

 

- Vil Kvívíkar Kommuna gjalda henda prísin, er hon vælkomin at eiga lut í Mørkini, er niðurstøðan í kommunustýrinum í Sunda kommunu.