10.000 rakt av húsagangi

Føroysku HF-næmingarnir, sum misti sína ferð til Turkalands, eru partur av eini sera stórari fjøld, sum er rakt av húsaganginum hjá Scanway/Tyrkiet Eksperten.

Í gjár strandaði ein føroyskur HF-flokkur í Keypmannahavn ávegis til Turkalands. Orsøkin var, at ferðaskrivstovan Scanway/Tyrkiet Eksperten fór á húsagang, og flokkurin í fyrsta umfari misti sína ferð, sum tey høvdu goldið fyri.


Tíðindastovan Ritzau skrivar í dag, at eini 10.000 fólk eru rakt av húsaganginum hjá donsku ferðaskrivstovuni. Hetta eru fólk, sum eru í feriu í Turkalandi, fólk, sum vóru á veg avstað, og fólk, sum hava bílagt sær ferðaseðlar til seinni.


Bústjórin Ole Borch sigur, at i fyrsta umfari verða tey, sum eru stødd sunnanfyri raðfest hægst í uppruddingini. Tey fólkini skulu fáast heimaftur úr feriuni. Síðani verður farið í holt við at hjálpa teimum, sum høvdu bílagt sær ferðir, men sum nú ikki sleppa avstað sum ætlað. Hesi fólk fáa í næstum skriv frá Rejsegarantifonden.


Fólk, sum hava keypt pakkaferðir, fáa endurgjald úr grunninum, onnur kunnu fáa tilboð um líknandi ferðir umvegis aðrar ferðaskrivstovur,  men uppaftur onnur kunnu ikki fáa tilboð um nakra líknandi ferð, tí tey hava keypt bíligar tilboðsferðir. Harafturat koma tey sum føroyski HF-flokkurin, ið hava keypt flogferðir umvegins Scanway/Tyrkiet Eksperten og ikki hava teknað konkurstrygging á ferðaseðlarnar. Tey missa sínar pengar og ferðir.


Roknað verður við, at húsagangurin hjá Scanway/Tyrkiet Eksperten fer at kosta danska ferðagrunninum eina tveysiffraða milliónaupphædd, og talan er um ein av teimum stóru húsagangunum í danskari ferðavinnusøgu, skrivar Ritzau.