Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar er ikki í iva um, at nýggj tiltøk eru neyðug fyri at bróta smittuketuna.
Tað skrivar hon á Facebook átta dagar fyri jól.
– Smittan er – tíverri sum væntað – ógvuliga, ógvuliga høg. Myndugleikarnir vilja seinni í dag gera støðuna upp. Og eg eri ikki í iva um, at nýggj tiltøk eru neyðug fyri at bróta smittuktuna, skrivar hon.
Farsóttarnevndin hittast í dag fyri at tosa um møguligar avmarkingar í kjalarvørrinum av, at 9999 nýggir smittutilburðir eru staðfestir.
Seinni í dag fara heilsumyndugleikarnir at hava tíðindafund um støðuna.
Fólkatingsins farsóttarnevnd hittist í morgin fyri at tosa um málið.
Eisini fleiri aðrir flokkar á Christiansborg halda, at neyðugt er við fleiri tiltøkum sum eitt nú savningarforboð.
/ritzau/