10.000 krónur frá manningini á Norrønu

Súkklararnir úr Team Rynkeby fóru fríggjamorgunin við Norrönu til Danmarkar, har tey, sum flestu kunnugt, skulu súkkla úr Padborg til París.

Súkklararnir úr Team Rynkeby fóru fríggjamorgunin við Norrönu til Danmarkar, har tey, sum flestu kunnugt, skulu súkkla úr Padborg til París.

 

Umborð á Norrönu vórðu tey væl móttikin av starvsfólkunum, har tey millum annað vóru ein túr uppi á brúnni.

 

– Við sær á ferðini fekk Team Rynkeby eina gávu á 10.000 kr, sum okkara fantastiska manning umborð hevur savnað saman. Peningurin fer beinleiðis inn á kontuna hjá innsavningini, skrivar Smyril Line, sum heilsar Team Rynkeby og ynskri teimum bestu eydnu við súkklingini til París.