10.000 krónur er eisini gott

Í gekka-spælinum í kvøld endaðu 10.000 skattafríar krónur í Sandavági.

Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Petrina Berg á Lag.

 

 

Tað var Jónfinn Thomsen í Sandavági, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og fekk høvi at snara hjólinum. Fjarritari hjá honum var Sigrun. 

 

Høvuðsvinningurin var á 150.000 krónur, og sandavágingurin valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 50.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og her vildi Jónfinn Thomsen um fjarritara sín royna einaferð aftrat.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum. - Ja, so royna vit bara triðju ferð eisini, var blídliga svarið úr Sandavági.

 

Í triðju og seinastu royndini í kvøld steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Jónfinni Thomsen í kvøld.

 

Fjarritarin var takksamur og helt fyri, at 10.000 krónur er eisini gott. 

 

Áðrenn sjálvur drátturin um vinningin byrjaði, greiddi fjarritarin Sigrun frá, at hon ongantíð áður hevði verið ígjøgnum í gekka-spælinum.

 

 

 

 

 

Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Petrina Berg á Lag.