1000 ungdómar skrivað undir Rúsfría Avtalu

Tíðindaskriv frá Bláa Krossi:

 

Í sambandi við at Rúsfrí Avtala nr. 1000 herfyri varð undirskrivað, skipaði Blái Krossur fyri lítlari samkomu á kafé Blákrossstovuni í Havn, har umboð fyri felagsskapin handaðu blómur, skreytblað og vimpul til Napoleon Smith úr Havn, ið skrivaði undir avtalu nr. 1000.

Umframt Napoleon var mamma hansara Brita eisini við á samkomuni, og í tí sambandi kann viðmerkjast, at eingin avtala verður gjørd millum tey ungu og Bláa Kross, fyrr enn foreldrini fyrst hava góðkent hana og skrivað undir. Men bæði Napoleon og Brita vóru á einum máli um, at verkætlanin er sera góð og gagnlig fyri ung. Bæði hildu hetta vera eitt gott amboð til tess at halda seg rúsfrían, og tey hildu eisini, at tá fleiri t.d. í einum flokki skrivað undir, so kunnu tey stuðla hvør øðrum í at halda seg frá rúsdrekka. Napoleon legði eisini afturat, at tað heldur ikki var verri, at tey, ið skrivað undir fáa ávísar fyrimunir við einum avsláttarkorti í nøkrum handlum. Napoleon gongur í 7. flokki í Santa Frants skúla, og saman við honum hava eisini allir floksfelagarnir skrivað undir Rúsfría Avtalu við Bláa Kross.


Útseta fyrsta glasið

Tað var um ársskifti 1998/99 at skjøtil varð settur á verkætlanina Rúsfrí Avtala hjá Bláa Krossi. Endamálið var og er at fáa ung í aldrinum 13-18 ár at skrivað undir eina Rúsfría Avtalu við Bláa Kross fyri eitt ár í senn. Tá fyrsta árið er runnið, er møguleiki at endurnýggja avtaluna eitt ár afturat, og hetta kann gerast á hvørjum ári til tey eru 18 ár. Tá fáa tey so møguleikan at gerast limir í Bláa Krossi. Ætlanin hjá Bláa Krossi við hesi Rúsfríu Avtalu, er fyrst og fremst at fáa útsett fyrsta glasið/ølina hjá ungdóminum so leingi sum gjørligt. Hetta tí at hagtøl og royndir bæði her heima og uttanlands hava víst, at »debutaldurin« er alsamt lækkaður seinnu árini til miklan skaða fyri ungdómin.


Vitja skúlar

Blái Krossur hevur frá byrjan sett fólk í fulltíðarstarv til hesa verkætlan. Starvsfólkið hevur serliga havt til uppgávu at vitja skúlarnar kring landið, og móttøkan hevur sum heild verið góð. Tó eru tíverri skúlar, har Blái Krossur ikki hevur fingið loyvi til at koma inn. Seinastu tíðina er høvuðsdentur lagdur á at vitja 7. flokkarnar kring landið, og verkætlanin gerst í grundini ongantíð gomul, tí hvørt ár koma nýggir ungdómar upp í nevnda málbólk.


Góðir stuðlar

Undirtøkan fyri verkætlanini hevur higartil verið sera góð, bæði millum ungdómin, foreldrini og lærararnar. Men eisini fíggjarliga hevur gingist væl, tí bæði privatfólk, fyritøkur og grunnar hava tikið undir við ætlanini og stuðlað við peningi. 3. árið á rað er Føroya Sparikassi høvuðsstuðul og hevur í hesum sambandi latið munagóðan stuðul. Eisini hevur Jólamerkjagrunnurin, Undirvísingar- og Mentamálastýrið og onkur danskur grunnur stuðlað væl. Og í ár hava eisini aðrar føroyskar fyritøkur játtað stuðul til verkætlanina. Hesar eru: Kaupthing Føroyar, Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Lívstrygging, Statoil, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Banki og Norðoya Sparikassi. Ætlanin er at halda fram við verkætlanini eina tíð afturat, men hvussu leingi velst um undirtøku og fíggjarliga orku.