Summar Cup skrivar soleiðis:
Fríggjadagin á døgurða varð áttanda útgávan av Intersport Summar Cup floytað í gongd á Ovara Vølli í Gundadali. Fyrsti aldursbólkurin, ið skuldi royna seg á nýggja graslíkinum í Gundadali, vóru U13 genturnar.
Hóast talan er um størstu útgávuna av Intersport Summar Cup við ikki færri enn 127 liðum og næstan túsind leikarum, so skal øll kappingin spælast á Ovara Vølli í Gundadali, tí graslíki verður skift á bæði Tórsvølli og á Niðara Vølli í løtuni.
- Nú vit bara hava ein vøll, so er kappingin strekt yvir tríggjar heilar dagar, siga fyriskipararnir. Tað ger tó samstundis, at vit samla færri fólk á økinum í senn og kappingin kann tí betur skipast eftir verandi korona tilmælum, verður lagt aftrat.
Aftaná U13 genturnar hjá KÍ høvdu tryggjað sær gull heiðursmerki varð farið undir kappingina hjá U11 dreingjum, har eitt felagslið úr Sankta Frans Skúla endaði á fyrsta plássi frammanfyri KÍ og AB.
- Sum heild gekk fyrsti dagurin væl, men vit høvdu tíverri nakrar avbjóðingar við kappingarskipini, ið gjørdi, at ein steðgur kom í kappingina. Hetta hevði við sær, at kappingin bleiv nakað seinkað, siga fyrireikararnir, ið leggja aftrat, at góðveðrið í Gundadali kom væl við, tí fólk kanska vóru meira tolin og brúktu løtuna til at fáa nakrar eyka sólstrálur.
Áttanda útgávan av Intersport Summar Cup heldur fram til sunnukvøldið, men áðrenn skulu ikki færri enn 263 dystir avgreiðast á Ovara Vølli í Gundadali.
Tað er B36, sum stendur fyri Summar Cup.