1000 sms til føroyska lurtarin

Hósdagin 24. november gevur bólkurin The Message fyrstu fløguna út, og teir fýra limirnir lova, at hetta er nýbrot innan føroyskan tónleik.


Teir eru ungir, teir eru lekrir, teir eru gávuríkir og saman eru teir The Message. Tað er sjáldsamt, at ein fløga kemur á marknaðin uttan, at nakar veit av, at hon er á veg, og tað er enn meira sjáldsamt, at ein fløga kemur á marknaðin uttan, at nakar veit av, at bólkurin aftanfyri fløguna er til, men hetta hendir nú.
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Janus Rasmussen&quot;$?$end$!$Janus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ úr Lama Sea, Benjamin Petersen úr All That Rain, Ben-jammin og bólkinum hjá Brandi Enni, Frans Galán úr Sic og 48Pages og Sveinur G. Olsen úr Flux, hava í tí dulda stovnað ein bólk og spælt eina fløgu inn. Bólkurin eitur The Message og fløgan eitur 1000sms. Enn vilja teir einki siga um tónleikastíl, men lova á heimasíðuni www.1000sms.fo, at talan er um nýskapan innan føroyskan tónleik, og fløgan hevur ein sterkan boðskap um nýbrot.<BR>Teir skriva At tónleikarar kasta saman við eini serligari útgávu fyri eyga, er okkum kunnugt nýbrot í føroyskum tónleikalívi. Vit elska nýbrot, og tað er júst hetta, ið nýggja útgávan 1000sms er. Men fyri okkum fýra í The Message er útgávan fyrst og fremst ein alneyðugur boðskapur, ið vit vilja senda út í allar ættir.
Hugsjónarliga stremba vit fyrst og fremst eftir, at útgávan skal bloyta upp forðingar, ið vit dagliga kenna á okkum her á landi. Vit vilja hava teg og øll onnur í Føroyum at samskifta tvørtur um kendar avmarkingar um alt tað, ið liggur tykkum á hjarta. Og tað er júst hetta evnið, okkara tónleikaliga íkast snýr seg um.
Vit fýra eru samdir um, at vit ikki tulka útgávuna sjálvir. Hana sleppa fólk sjálv at døma. Hinvegin vóna og vænta vit, at hon í stóran mun fer at flyta mørk. Einki skal longur vera tað sama, tá ið »1000sms« er komin á marknaðin
Útgávan verður á marknaðinum hósdagin 24. november.