Nýggi super bólkurin við øllum teimum nógvu penu tónleikarunum The Message gevur sum áður sagt útgávuna »1000 sms« út hósdagin 24. november. Men longu nú er heitislagið tøkt á heimasíðuni: www.1000sms.fo. Tónleikurin er glaður poppur sungin á føroyskum, við fittum teksti, tað riggar ordiliga væl og er eitt nýbrot í føroyskum tónleiki.
Bólkurin skrivar í tíðindaskrivi: Vit halda tað vera í lagi at lata lagið leka út, tí vit vænta, at tú verður í góðum lag av tí!
Okkara fatan er, at tú ikki byrjar eina búrmáltíð við høvuðsrætti ella desert, og tí hava vit valt at borðreiða við heitislagnum, ið er ein lættur undanrættur, sum mest av øllum er merktur av tónleikaligum meginstreymi. Lagið snýr seg um nakað so gerandisligt og samstundis so sterkt sum kærleika; ella »Long Distance Relations« sum vit hava valt at rópa søguna í sanginum.
Okkum fýra dámar so nógv ymiskt; til dømis Coldplay, Manic Street Preachers og Maroon 5. Men eitt hava vit, sum eru í aldrinum 17 til 25, í felag: At einki er betri enn at vera forelskaður! Tá ið tað snýr seg um hetta, ræðast vit hvørki fangandi mainstream-popprokk ella tugdar hugmyndir, latnar í lagfagran, lættan og fangandi tónabúna, ið er ljóðblandaður lýtaleyst og lekkurt. Tí í hesum sambandi eru vit sum øll hini!
Sjálvir halda vit lagið vera einfalt og ærligt. Her er eingin attituda, latin í ovurdimensjóneraða orku. Og her er heldur ikki fetichisma, skrøggutur sjónleikur ella smøl fjepparaflokking. Men kanska er tað júst teksturin, sum goymir einfalda gloypibitan. Ja, kanska eru boðini frá okkum fýra til øll onnur, at vit altíð kunnu senda sms og harvið ongantíð vera einsamøll og hjálparleys. Vónandi hava vit við støði í hesum boðskapi gjørt eina landaplágu!
Søgan um sangin »1000 sms« er annars serlig. Høvuðspersónurin, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Janus Rasmussen"$?$end$!$Janus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$, var sjúkur, og hinir sótu og jammaðu. Teir tríggir spældu síðan lagið fyri Janusi ígjøgnum telefonina. Stutt eftir sendi hann teimum tekstin í einum sms-boðum, og á hendan hátt var hugskotið kveikt. Sum okkara sera krímsjúki Janus tók til í telefonini:<BR>- Hvat er beira datúrligt edd ad sedda bidst túsudd sms til hada, tú elskar