Tað var í summar, at ein smádrongur fann nøkur mannabein í bakkanum niðanfyri Bønhúsfløtu í Hvalba.
Síðan eru beinini tíðarfest tað gevur gevur ábending um, at garður hevur verið á Bønhúsfløtu í víkingaøld.
Føroya Fornminnissavn hevur havt hesi bein til neyvari kanningar á Antropologisk Laboratorium á universitetinum í Keypmannahavn. Har varð staðfest, at talan er um bein av vaksnum fólki, men tað ber ikki til at siga um talan var um bein av mannfolki ella av konufólki.
Beinini eru partar av vinstra legg- og skinnabeini og brot av fótrótsbeini av sama fólki, skrivar Fornminnissavnið á heimasíðu síni.
Umráðandi var tí at fáa staðfest, hvussu gomul beinini kundu vera. Eitt sýnið av skinnabeininum varð sent til kolevnis-14 tíðarfesting á Institut for fysik og astronomi á universitetinum í Århus.
Tíðarfestingin vísir greitt, at beinið er frá tíðini um ár 1000. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðarfesting er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhúsnavnið er knýtt at.
Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkjugarðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 – tvs seint í víkingaøld.