1000 ár síðan Jesus kom til Føroyar

Í sambandi við fagnaðarárið Føroyar kristnar í 1000 ár hevur Undirvísingar og Mentamálastýrið givið út eina fløgu og eina kirkjusøguliga plakat til tann føroyska fólkaskúlan

Fyrr í ár vóru nakrir fólkaskúlalærarar námsferð í Ísrael, og frá hesari ferð er gjørd ein myndarøð. Myndarøðin er nú skipað á fløgu saman við teksti og ljóði, ið sýnir eina ferð í Jesusar fótafetum. Endamálið við fløguni er at kunna skúlanæmingar um tey støð, har kristindómurin hevur sín uppruna.

Við ljósvørpu kann myndarøðin verða nýtt í felagsundirvísing, men kann eisini verða nýtt sum einstaklingsundirvísing, har næmingurin sjálvur situr við telduna og leitar ígjøgnum tilfarið.

Kirkjusøguliga plakatin er gjørd við tí fyri eyga at geva næmingunum eina kenslu av tíðarfestingini av teimum ymisku søguligu stórhendingunum frá ár 0 til ár 2000. Á plakatini eru myndir við teksti og einari tíðarlinju.

Ætlanin er, at allir fólkaskúlar í landinum fáa hvør sína fløgu ókeypis, og at hvør skúlaflokkur fær eina kirkjusøguliga plakat. Tilfarið verður skúlunum í hendi, áðrenn evnisvikan »1000 ára hald« byrjar í dag.

Tvær føroyskar reklamufyritøkur hava staðið fyri arbeiðnum í hesum sambandi ? Repro Z hevur gjørt fløguna, meðan Team 85 hevur gjørt plakatina.